show episodes
 
Hvørt sunnukvøld klokkan 19:50 senda vit andakt í sjónvarpinum. Tað er ymsu samkomurnar í Føroyum, sum skriva og lesa sjónvarpsandaktirnar. Prestar í fólkakirkjuni skriva og lesa andaktirnar, tá høgtíðir eru.
 
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00 Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00 Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi. Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.
 
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til lætt og undirhaldani útvarp. Ein blandingur av samrøðum, ummælum, tónleiki, kendum gestum og mongum øðrum. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
 
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar. Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
 
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum. Stjórnin handan Dag og viku l ...
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
 
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
 
Savnssending. Nýggj føroysk sjónvarpssending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Vertur er Heini í Skorini.Frætt eisini meira her: Sjá á Facebook
 
Kringvarp Føroya hevur lagt seg eftir at veita eina góða tænastu teirra, ið hava áhuga fyri kappróðri. Vit senda kappróðurin beinleiðis á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum. Á hvørjari FM-stevnu ber til at fylgja beinleiðis við róðrunum hjá teimum vaksnu, umframt at til ber at síggja allar róðrarnar og samrøður við einstøku vinnararnar eftir róðrarnar.
 
Summarmorgun bjóðar beinleiðis frásagnir kring landið, aktuellar gestir, kappingar og eisini er møguleiki hjá lurtarum hvønn morgun at gera kropsligar venjingar í táttinum Summarvælvera. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:50.
 
Sendingin er ikki á skránni í útvarpinum í løtuni. Væntandi byrjar sendingin aftur fyrst í 2015. Kringlan er barnaútvarp, ið snýr seg um núlig evni ella fer í dýpdina við einum ávísum evni. Tá Barnaútvarpið hevur temaviku, verður vikan ofta longd við Kringluni. Ein partur av Kringluni er Kringlusvararin, har børn kunnu ringja inn og ynskja sær eitt lag. Ynsk tær eitt lag Telefonnummarið hjá Kringlusvararanum er 342089, og tað eru bara børn, ið sleppa framat. Søgan Kringlan hevur verið til sí ...
 
Surk er ein sending, ið verður send seinnapartar leygardagar í vetur, frá klokkan 12:40 til 15:00 í útvarpinum. Talan er um beinleiðis leygardagsútvarp, har ringt verður í eyst og vest, suður og norð. Ein sending har pulsurin verður tikin av føroyska leygardegnum. Surk merkir fínligt regn, sirm, stroyggja, slaga. Tað surkar eitt sindur úti - tað regnar eitt sindur úti. Vertir eru Kári Sólstein og Øssur Egholm.
 
Savnssending Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
 
Savnssending Sunnudagsløtan er serliga upplestur av framhaldssøgum til børn. Søgurnar eru fjølbroyttar – nýggjar, gamlar, siðsøguligar, veruligar ella fantasisøgur. Tá upplestur ikki er á skránni í Sunnudagsløtuni, er tað átrúnaðarligt tilfar til børn. Vertirnir hava til dømis vitjað í einum sunnudagsskúla og greitt frá bíbliusøgu.
 
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi. Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk. Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum. Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum.
 
Savnssending Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
 
Savnssending Hvat er eitt lukkuligt lív? Hvaðani stavar átrúnaður? Er Gud til? Hvør er munurin á monnum og kvinnum? Hvat er deyðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum nýggja útvarpssendingin "Nørdarnir" í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya viðger. Sendingin er mannað við fýra fakfólkum, sum viðgera nakrar av lívsins stóru spurningum frá ymsum fakligum sjónarhornum. Tey fýra, sum manna panelið, eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur ...
 
Stundum kann lívið hjá okkum menniskjum knappliga broytast, og einki er soleiðis, sum tað var áður. Persónar rundan um okkum hava sína ávirkan, álvarsamar hendingar seta spor, og kósin jann verða broytt av tilvild ella teimum ymsu valunum, vit gera. Alt hetta eru viðurskifti, ið kunnu verða altavgerandi fyri, hvussu lívið háttar seg. Í sendingini hoyra vit fólk greiða frá, hvussu ávisar hendingar hava broytt teirra lív fullkomuliga.
 
Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.
 
Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
 
Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steð ...
 
Savnssending Útisetin er ein sending, har vit hoyra føroyingar greiða frá, um hvussu tað er at liva í øðrum londum. Teir útisetarnir, sum vit práta við, hava allir tað til felags, at teir lesa - ella hava lisið - uttanlands. Slag av sending: Upplysing og undirhald Málbólkur: 18+ Sendilongd: Millum 20 og 35 minuttir Vertur og redaktørur: Levi Hanssen
 
Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk. Slag av sending: Kjak Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum Sendilongd: 25 min. Vertur: Solby Christiansdóttir Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
 
Savnssending Fríggjakvøld er ein longri tíðindasending við aktuellum innsløgum, reportasjum, samrøðum og kjaki. Slag av sending: Tíðindi og kjak Málbólkur: Allir føroyingar Sendilongd: uml. 40 minuttir Vertir: Finnur Koba og Eydna Skaale Redaktørur: Sigrun Brend, sigrun@kvf.fo
 
Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo
 
Savnssending Í sendingini hitta Høgni Mohr og Rógvi Rasmussen nøkur menniskju, ið lýsa seg sjálv og viðgera tilveruligar spurningar. Summarsál er sending, sum var skránni seks fríggjakvøld á rað frá 5. juli til 9. august í 2013.
 
Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, elin@kvf.fo, og Jóhann Mort ...
 
Savnssending Moldvarp Føroya - ein føroysk satira í seks pørtum. Moldvørpan er kanska blind, men hon er ikki býtt. Treiskliga gravar hon seg gjøgnum ta myrku føroysku moldina, fyri at finna nøkur av teimum evnunum sum vit alt ov sjáldan síggja á skíggja. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið - ...
 
Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu.
 
Savnssending Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Slag av sending: Magasin-sending við ymsum innsløgum frá einum staði Málbólkur: Tilkomin fólk við áhuga fyri tí, ið rørist í ymsu, smáu lokalsamfeløgunum í Føroyum Sendilongd: 25-30 minuttir Lagt til rættis: Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen Redaktørur: Elis Poulsen, elis@kvf.fo
 
Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í. Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað. Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt! Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
 
Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki.
 
Loading …
show series
 
Bólkurin Páll Finnur Páll, klintra í løtuni á hittlistum í Íslandi, Páll Oddur Rubbeksen greiður frá gongdini í okkara grannalandi fyri norðan.Jón Eliassen, tónleikafrøðingur og sangskrivari, er klárur við sínum debut solo- staklagið. Jón greiðir frá og frumframførur spildurnýggja sangin "You Got The Fire".Dania O. Tausen, kend frá bólkum sum Reali…
 
Á Aalborg Universitetshospital hava tey eina venjingarmiðstøð. Hetta er tó ikki ein heilt vanlig venjingarmiðstøð við vektum og rennibondum, men ein venjingarmiðstøð fyri robottskurðfrøði. Tað eru bert fimm slíkar venjingarmiðstøðir í Evropa og bert ein í Norðurlondum. Læknar úr øllum Evropa koma til Aalborg á venjingarlegu, har teir seg at skurðvi…
 
Vit hava eina miðaldarliga fatan av orsøkini til at fólk eru bundin at rúsdrekka og rúsevnum, og tí er neyðugt, at viðgerðarhættirnir verða broyttir.Tað heldur Henrik Rindom, sum er psykiatari, yvirlækni og serfrøðingur í rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Harafturat er hann granskari og hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um evnið.Henrik Rindom er…
 
Í nógv ár hevur verið ynski um eitt nýtt orgul í Hvannasunds kirkju. Tað gamla orglið fylti ikki nóg nógv í kirkjuni, tá nógv fólk er í kirkju.Ein av stigtakarinum er Jógvan Josias á Hædd. Hann greiðir frá, at tilgongdin til nýggja orglið byrjaði longu í 2009, tá tey settu seg í samband við Frobenius & Sønner, orgulbyggjarar. Eitt ynski um eitt kir…
 
Í dag eru bara 270 el-akfør á føroysku vegunum, men tað eru mong, sum ætla at keypa ein el-bil, staðfestir kanning, sum Góðan morgun Føroyar hevur fingið gjørt. 500 fólk vórðu spurd í kanningini.Tá ið hugt verður at aldursbýtinum, so eru tað serliga tey í aldrinum 30 til 44 ár, sum ætla at keypa el-bil.…
 
Í meir enn eina viku hava tey í Danske Spil bíðað eftir, at hepni føroyingurin, sum hevur vunnið 15 milliónir krónur í Lotto, fór at gera vart við seg.Men nú hava tey funnið eigaran av teimum 15 milliónunum.- Tað var um vikuskiftið, at viðkomandi vendi sær til okkara. Tað gjørdi persónurin ikki fyrr enn nú, tí viðkomandi var veruliga tikin á bóli, …
 
Loading …

Quick Reference Guide

Copyright 2020 | Sitemap | Privacy Policy | Terms of Service
Google login Twitter login Classic login